Vinna

Mælt verður til at fylgja endurbyggingarætlanini og skerja fiskidagarnar 10 prosent

Tann 13. desember 2024 lat Havstovan Fiskimálaráðnum tilmæli um fiskiskap eftir toski, hýsu og upsa í 2025.

2024-12-18 09:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Havstovan: Hýsustovnurin er enn væl fyri, og upsastovnurin er eisini oman fyri fyrivarnismørkini. Fyri toskastovnin á Landgrunninum síggjast ávís tekin til bata, men av tí, at stovnurin enn er undir vandamarkinum, verður mælt til at minka fiskidagarnar hjá øllum skipabólkum í fiskidagaskipanini við 10%. Hetta er í samsvar við dagførdu endurbyggingarætlanina í umsitingarætlanini fyri tosk, hýsu og upsa á Landgrunninum, og er eitt neyðugt stig fyri at endurreisa toskastovnin á Landgrunninum.

Harumframt verður mælt til at tillaga gýtingarfriðingarnar til at umfata allan reiðskap og at steingja økir fyri vinnuliga veiðu, har smáfiskur heldur til.

Fyri Føroyabanka verður mælt til, at fiskidagatalið í 2025 verður 150 fiskisdagar hjá einum blandingi av stórum og smáum fiskiførum við húki (línu ella snellu). Hetta er sama dagatal, sum var tilmælt fyri 2024.

Samanumtikið eru fleiri av høvuðsbotnfiskastovnunum væl fyri, men vánaliga støðan hjá toskinum á Landgrunninum hevur við sær, at mælt verður til at fylgja endurbyggingarætlanini og skerja fiskidagarnar 10%.

Tilmælið sæst her.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder