Vinna

Lutfallið óbroytt millum starvsfólk í almenna og privata geiranum

Lutfallið millum starvsfólk í almenna og privata geiranum er ikki broytt seinastu 10 árini; í november 2014 arbeiddu 39% av starvsfólkunum í almennari fyrisiting og tænastu og 61% í vinnuni. Í november 2024 var lutfallið somuleiðis 39% í almennari fyrisiting og tænastu og 61% í vinnuni

2025-03-30 17:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Landsbankin: Hagtøl hjá Hagstovu Føroya vísa, at verður miðal árligi vøksturin í starvsfólkum roknaður fyri seinastu 10 árini, er talið av starvsfólki í miðal økt við á leið tveimum prosentum árliga bæði í vinnuni og  almennari fyrisiting og tænastu. 

Í 5-ára tíðarskeiðinum (2014 – 2019) undan Covid-19 í 2020 var vøksturin í talinum av starvsfólki tó munandi størri í vinnuni, enn í almennari fyrisiting og tænastu; talið av starvsfólki í vinnuni vaks 21%, meðan talið av starvsfólkum í almennari fyrisiting og tænastu vaks 13%, sí mynd 2 niðanfyri.

Verður hugt at broytingini frá 2023 til 2024, er talið av starvsfólki hinvegin minkað í privatu vinnuni í 2024 samanborið við 2023, meðan fleiri starvsfólk eru løgd afturat í almennari fyrisiting og tænastu í sama tíðarskeiði.

Í 2024 er talið av starvsfólkum minkað í millum annað í framleiðsluvinnuni (onnur matvøruframleiðsla). Í sama tíðarskeiði eru fleiri starvsfólk løgd afturat hjá bæði landi og kommunum innan heilsu og almannaverk (virksemi á stovnum).

Mynd 1 Starvsfólk í vinnuni og tí almenna 2015-2024

 Viðm.: Árstíarjavnað. Almenn fyrisiting (S13), Feløg, Húsarhald og felagsskapir (S11, S12, S13, S15 Kelda: Hagstova Føroya

Mynd 2 Starvsfólk í vinnu og tí almenna

Viðm.: Vinna fevnir um starvsfólk hjá arbeiðsgevara í privatum ella almennum felagi, sjálvstøðugt vinnurekandi og felagsskapir (td. fótbóltsfeløg). Almenn fyrisiting og tænasta fevnir um lands-, kommunu- og ríkisfyrisiting og tænasta og sosialir grunnar. Kelda: Hagstova Føroya.

Les várfrágreiðingina hjá búskaparáðnum her.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder