
FSF: Tað endaði 2-1 til Kekkia á Malsovicka Arena í Hradec Kralove, tá føroyska manslandsliðið leygarkvøldið fór undir undankappingina til HM 2026.
Longu frá fyrsta bríksli trýsti heimaliðið gestirnar langt aftur á vøllin, og hesa løtuna høvdu okkara menn trupult við at fáa fatur á bóltinum. Men í tí eina føroyska kontraálopinum var Hanus Sørensen leysur mitt fyri málið, men málmaðurin bjargaði royndini.
Kekkiska trýstið gav úrslit eftir ein lítlan hálvan tíma, tá sterki framherjin, Patrick Schick, setti bóltin í netið.
Eftir hetta kom føroyska liðið betri inn í dystin og var meir á bóltinum. Men veruliga vandamikið bleiv tað tó ongantíð, samstundis sum kekkar eisini høvdu avbjóðingar við væl skipaða føroyska verjuspælinum.
Føroyar byrjaðu væl í seinna hálvleiki og komu eisini til nakrar góðar støður. Sum heild var dystargongdin tó tann sama – kekkar sótu á spælinum, meðan føroyska liðið dúvaði upp á skjótálop.
Og sjey minuttir fyri leiklok bragdaði. Føroyar fingu horna í høgru, sum Adrian Justinussen, ið stutt frammanundan var komin á vøllin, sendi væl inn fyri. Inni í brotsteiginum var Gunnar Vatnhamar hægstur, og so var 1-1.
Eitt gott mál, ið av álvara loypti hvøkk á kekkar. Gleðin var tó stokkut, tí bert tveir minuttir seinni var kekkiska stjørnan, Patrick Shick, aftur á blettinum og stútaði bóltin í netið. Føroyar royndu at leggja trýst á Kekkia síðstu løtuna, men dysturin endaði 2-1.
Vónbrotið hjá spælarunum var stórt eftir dystin, sum tó kunnu verða væl nøgdir við avrikið.
Týskvøldið klokkan 19:45 spæla Føroyar aftur, tá Montenegro tekur ímóti á Niksic City Stadion.
Bólkur L (HM 2026 undankapping)
Montenegro – Gibraltar 3-1
Kekkia – Føroyar 2-1
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald