
Vinnumálaráðið:
Nýggj stjórn varð skipað í Íslandi í desember, og landsstýrismaðurin hitti í gjár nýggju íslendsku uttanríkisráðfrúnna, Þorgerð Katrina Gunnarsdóttir, og vinnumálaráðfrúnna, Honnu Katrína Friðriksson, í Reykjavík.
Fundirnir snúðu seg ávikavist um spentu støðuna á altjóða pallinum, trygdar- og verjumál, umframt tvílandaviðurskifti í sambandi við Hoyvíkssáttmálan.
Báðir partar vóru samdir um, at samstarvið millum londini er gott og eigur at styrkjast í øllum lutum, har Ísland og Føroyar standa saman um leiklutin sum miðdeplar í Norðuratlantshavi og Arktis, og stuðla undir samstarvi millum samsint lond á norðurleiðunum. Semja var somuleiðis um, at grundarlagið fyri samstarvinum millum londini er sterkt við Hoyvíkssáttmálanum, og at báðir partar mugu miðvíst virka fyri at finna loysnir á møguligum ósemjum, til tess at tryggja, at samstarvið kann halda áfram við at mennast og víðkast.
Landsstýrismaðurin nýtti somuleiðis høvi at vitja Keflavík Air Base og fekk har kunning um eftirlitsvirksemið í Íslandi, og vitjaði ein av teimum fýra lofteftirlitsradarunum, sum Ísland rekur, sum partur av NATO. Vitjanin var liður í fyrireikingunum til, at Føroyar í næstum yvirtaka málsøkið loftferðsla og eftirlitið við loftrúminum í Føroyum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald