Politikkur

Lønarlyft fyri tey, sum lønarliga liggja allarniðast, og teimum vit hava mest brúk fyri beint nú!

Skriv frá minnilutanum í Tórshavnar býráð

2023-04-13 11:00 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 

Lønarlyft fyri tey, sum lønarliga liggja allarniðast, og teimum vit hava mest brúk fyri beint nú!


Vit eru í einari bráfeingis undantaksstøðu beint nú, og hava verið tað alt for leingi, við søguliga stórum troti á arbeiðsmegi á serliga dagstovnaøkinum og eldraøkinum.  Vit í minnilutanum í Tórshavnar býráði eru samd við okkara borgarstjóra og pørtum av meirilutanum um, at eldraøkið og dagstovnaøkið eiga at fáa eitt lønarlyft, sum munar, so eitt størri incitament er til at vera á hesum arbeiðsøkjum/plássum, og at fleiri starvsfólk søkja inn á økini.

Tó meta vit eisini, tá ið lyft verður lønarliga, so eiga tey, sum hava eina fakligheit á økinum, at verða lyft lutfalsliga meira enn tey, sum eru hjálparfólk. Hetta kann gera, at fleiri av teimum ófaklærdu velja at úbúgva seg. Sum nú er, er lønarmunurin so lítil, at lítið og einki incitament er at fáa sær eina útbúgving.

At arbeiða á eldraøkinum og dagstovnaøkinum krevur fakligheit, og á hendan hátt við at differentiera nakað í lønarlyftinum, senda vit eitt signal um, at vit vilja hava fleiri fakfólk á økið. T.d. sum nú er verður §8, Stk 4. Í Dagstovnalógini, støðugt ikki fylgd. Lógin sigur soleiðis:

“Starvsfólkabýtið á dagstovnum skal í minsta lagi verða 2/3 til námsfrøðingatímar og í mesta lagi 1/3 til hjálparfólkatímar. Í serligum førum kann landsstýrismaðurin víkja frá hesum kravi.”

Vit vilja eisini gera vart við hetta, vit virða samráðingarrættin, men ongin siðvenja og regla er so stirvin, at ikki eitt undantak kann gerast. Hetta søguliga undantak eiga vit at gera og stuðla undir avgerðina hjá sitandi landspolitisku samgongu um at geva hesum úrvalsliðið innan vælferðarøkið eitt tiltrongt lønarlyft.


Minnilutin í Tórshavnar býráð

Elsa Berg, Tjóðveldi

Annika Olsen, Tjóðveldi

Gunvør Balle, Tjóðveldi

Jákup Dam, Tjóðveldi

Súsanna Olsen, Framsókn

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder