Annað

Løgreglan var á flogvøllinum í allan gjár

Gjáramorgunin fekk løgreglan eina fráboðan um, at starvsfólk á flogvøllinum ynsktu, at løgreglan var á flogvøllinum

2024-08-03 09:33 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Frá morgunstundini í gjár vóru nógvir kroatar á flogvøllinum, og sambært vakthavandi vóru tá eini 70-80 kroatar á flogvøllinum.

Løgreglan var biðin um at koma á flogvøllin. Nógv løgreglufólk vóru á flogvøllinum í allan gjár. Eingin harskapur fór fram, men okkurt veggjakrutl fór fram.

Nú eru teir flestu kroatisku fjepparnir hjá Hajduk Split farnir av landinum aftur, og  væntast kann at teir seinastu fara av landinum í dag.


Fyrradagin var ein maður tikin fyri at blaka eina fløsku á vegin. Hann fekk eina bót í gjár uppá 3000 krónur.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder