Í ódnarveðrinum 24. novembur 2024, sum gjørdi sera nógvan skaða í Sandavági fór eisini løgmanshjallurin á Steig.
Í fjør heyst lat Vága kommuna hjallarnar til Sandavágs Bygdasavn, og eina upphædd til at endurskapa hjallin, sum fór í storminum.
Emil Hentze hevur staði fyri arbeiðinum at endurskapt hjallin, og við góðari hjálp frá fleiri í Sandavágs Fornminnafelag er hjallurin nú endurskaptur.
Nú hjallurin er endurskaptur hava hagarnir í Sandavági latið Sandavágs Bygdasavnið ein seyð í part. Krovini verða hongd í hjallin, og verða tey seld tá ið vit nærkast jólum.
-
Á Steig 6. februar 2024.
-
Løgmanshjallurin verður ruddaður burtur hin 29. november 2024. Ódnarstormurin sum herjaði einamest á Steig í Sandavági var um náttina 24. november 2024.
-
-
-
-
-
-
-
-
-
-
-
-
-
-
-
-
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald