Politikkur

Løgmaður vitjað vesturi í Vágum

Við jøvnum millumbilum er løgmaður á vitjanum kring landið. Í vár vitjaði løgmaður Suðuroynna, og í gjár gekk leiðin vestur í Vágar. Endamálið við túrinum er hitta fólk í øllum aldursbólkum og hoyra ymiskar áskoðanir um viðurskifti, sum fylla í nærumhvørvinum.

2024-09-28 20:39 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Blíðskapur og góð prát
Dagurin byrjaði við morgunmati saman við borgarstjórunum í oynni. Næst á skrá var virkisvitjan í Vága Floghavn, spurnartími saman við skúlabørnum, ferðavinnuprát í Bø og virkisvitjan á Hiddenfjord. Dagurin endaði saman við búfólki og starvsfólki á ellisheiminum á Sýnini. 

Løgmaður takkar fyri stóran blíðskap, áhugaverd kjak og týdningarmikil prát.  

Tað hevur týdning fyri meg at koma út í ymisku økini í Føroyum at práta við fólk. Hetta gevur mær møguleika at hoyra um tær góðu søgurnar, møguleikar fyri framman og avbjóðingar, ið fylla hjá fólki.   
Aksel V. Johannesen, løgmaður

Myndir frá degnum

 

Løgmaður saman við Eyð Ellingsgaard, borgarstjóri í Sørvágs kommunu, og Bjarna Prior, borgarstjóri í Vága kommunu. 


Regin I. Jakobsen, stjóri í Vága Floghavn, greiddi eitt nú frá útbyggingarætlanini hjá felagnum. 


Skúlanæmingar í 6.-9. flokki í Sørvágs skúla og Skúlanum á Giljanesi hittust til ein spurnartíma saman við løgmanni. Næmingarnir høvdu fyrireikað nógvar góðar spurningar um eitt nú ferðslutrygd, ríkisveitingina og lønarlagið hjá kvinnum og monnum. 


Løgmaður saman við Annbritt Toftegaard, skúlastjóri í Skúlanum á Giljanesi, og Daniu Niclasen, skúlastjóri í Sørvágs skúla. 


Nýggja matstovan "Fjósið" í Bø legði karm um prát við umboð fyri ferðavinnuna í oynni. Prátað varð eitt nú um nýggjar ferðavinnumøguleikar, ferðafólkatrýst og ferðavinnuætlanir. 


Løgmaður vitjaði eisini nýggju smoltstøðina hjá Hiddenfjord á Fútakletti, hann varð vístur runt og fekk møguleika at heilsa uppá starvsfólk. 


Løgmaður saman við Jóngerð Martinsdóttir Nielsen, leiðari á ellisheiminum á Sýnini. Dagurin endaði við góðum práti við bæði búfólk og starvsfólk. 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder