Politikkur

Løgmaður vísir stuðul til nýggja grønlendska landsstýrisformannin

Í telefonsamrøðu í dag, 31. mars, nýtti løgmaður, Aksel V. Johannesen, høvið at ynskja nýggja grønlendska landsstýrisformanninum, Jens-Frederik Nielsen, til lukku við valinum, nýggju stjórnini og formanstilnevningini:

2025-03-31 19:26 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

”Vit høvdu eina góða samrøðu, har vit m.a. umrøddu støðuna í Grønlandi, og í hvønn mun samstarvið millum Føroyar og Grønland kann styrkjast og mennast komandi árini. Tað hevur týdning fyri meg at siga beinleiðis við stjórnina í Grønlandi, at Føroyar standa lið um lið við Grønland og at grønlendska fólkið – og eingin annar - eigur avgerðina um framtíðina hjá Grønlandi.”

Harumframt segði løgmaður, at hann gleðir seg at taka ímóti nýggja landsstýrisformanninum á ríkisfundinum og fundinum í samstarvsráðnum, sum verður í Føroyum í summar.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder