2023-02-12 22:05
Í kunngerð tann 10. februar hevur Aksel V. Johannesen, løgmaður, gjørt greitt, at tað nú er hann, sum umsitir øll viðurskifti viðvíkjandi Suðuroyartunlinum.
Dennis Holm, landsstýrismaður í samferðslumálum, kann sostatt ikki gera lógaruppskot viðvíkjandi Suðuroyartunlinum.
Dennis Holm segði annars á fyrsta arbeiðsdegi sínum, sum landsstýrismaður, at innan hetta valskeiðið er hálvrunnið skal borurin setast í Suðuroyartunnilin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald