Flaggdagin 25. apríl fer Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, til Reykjavíkar, har hann skal røða á flaggdagshaldinum, sum føroyska sendistovan skipar fyri. Íslendski forsetin, Guðni Th. Jóhannesson, flytur eisini fram røðu á tiltakinum.
Dagin eftir, týsdagin 26. apríl, skal løgmaður hitta Katrína Jakobsdóttir, íslendska forsætisráðharran, har tey m.a. fara at umrøða avleiðingar av krígnum í Ukraina, bæði í mun til vinnu og búskap, men eisini flóttafólk.
Mikudagin 27. apríl er løgmaður staddur í London, har hann m.a. vitjar í Westminster, har løgmaður skal hitta limir í Føroyanevndini í bretska undirhúsinum.
Um kvøldið skipar Sendistova Føroya í London fyri serligum flaggsdagshaldi, har dentur verður lagdur á bretsku hersetingin í Føroyum undir 2. heimsbardaga. Flaggdagshaldið verður hildið í serligu hølunum, Churchill War Rooms.
Umframt løgmann, ið fer at halda flaggdagsrøðu, skal Ivan Hentze Niclasen, kringvarpstjóri, greiða nærri frá týdninginum av bretsku hersetingini fyri Føroyar. Tónleikarin Jens L. Thomsen fer at framføra eitt serligt ljóð- og myndaverk um hersetingina, sum kallast Operation Valentine.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald