Politikkur

Løgmaður: Støðan í heiminum er alsamt meira óviss

Løgmaður hevur seinastu dagarnar tikið lut á árligu trygdarráðstevnuni í München, har heimsins leiðarar hittast at umrøða áleikandi uttanríkis- og trygdarpolitisk mál. Í ár vóru tað serliga støðan í Evropa og boðskapirnir hjá nýggju amerikonsku stjórnini um eina friðartilgongd í Ukraina, sum settu dagsskránna.

2025-02-16 18:23 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Løgmansskrivstovan:

“Eftir stendur, at støðan í heiminum er alsamt meira óviss. Heimurin býtir seg í løtuni upp í valdspólar, og tað máar støðið undan tí reglustýrda heimssamfelagnum, sum vit hava kent í áratíggju. Tað mugu vit taka í størsta álvara. Føroyar skulu taka virknan lut í strembanini at varðveita støðufesti við at stuðla undir virksemi hjá NATO og virka fyri samanhaldi millum sameind,” sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður.

Hesum tók eitt samt løgting undir við, tá ið tjóðartrygdarpolitikkurin varð samtyktur í fjør.

Ein høvuðsniðurstøða frá ráðstevnuni er, at londini í Evropa í løtuni taka stór tøk fyri betri at kunna standa fyri egnari trygd, samstundis sum stuðulin til Ukraina miðvíst verður øktur.

“Fremsta raðfestingin beint nú má vera at hjálpa Ukraina at verja seg og at styrkja Evropa sum heild. Samanhaldið millum evropeisku londini er sterkt, serliga í spurninginum um Ukraina. Men Evropa tørvar eisini USA - á sama hátt sum USA tørvar Evropa. Tað eru munandi fleiri mál, ið sameina Evropa og USA, enn tað eru mál, ið skilja Evropa og USA,” sigur løgmaður.

Á ráðstevnuni hitti løgmaður millum annað danska forsætisráðfrúnna Mette Frederiksen, norska forsætisráðharran Jonas Gahr Støre, íslendsku forsætisráðfrúnna Kristrún Frostadóttir, amerikanska admiralin Stuart Munsch, nýggja formannin í hernaðarnevndini í NATO, Cavo Dragone, og kanadisku uttanríkisráðfrúnna Mélanie Joly.

[object Object]

Løgmaður í práti við kanadisku uttanríkisráðfrúnna, Mélanie Joly. 

[object Object]

Løgmaður nýtti eisini høvið í München at fundast við Mette Frederiksen, forsætisráðfrú í Danmark.

[object Object]

Løgmaður í práti við ovastan fyri evropeisku deildina hjá NATO, Stuart Munsch.

[object Object]

Kristrún Frostadóttir tók nýliga við sum forsætisráðfrú í Íslandi. Her avmyndað saman við løgmanni eftir fund í München.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder