Tann parturin av avtalutekstinum, sum viðvíkur Føroyum, er ein samling av óítøkiligum átøkum, sum einaferð í framtíðini ella møguliga skulu setast í verk t.d. við sjókaðali og betri eftirliti um okkara leiðir. Rætt skal vera rætt, og vit fegnast um, at man fer undir at kanna møguleikarnar fyri ein Norðurhavssjókaðal saman við Danmark og Grønlandi, tí tað er neyðugt.
Grønlendska stjórnin kom við sínum boðum og ætlanum fyri at styrkja um trygdina í og um Grønland – og hetta sæst týðiliga og ítøkiliga í tekstinum. Hinvegin, hevur Føroya landsstýrið eingi greið átøk fingið burturúr hesum partinum av verjusemjuni, sum júst snýr seg um Føroyar og Grønland.
Fyri tveimum árum síðani gjørdu føroysku flokkarnir á Fólkatingi eitt uppskot við ítøkiligum boðum, ið kundu takast við til verjusemjuna. Hetta uppskot var grundað á samrøður og fyrispurningar við føroyskar myndugleikar og serfrøðingar, umframt danskar, men bleiv tíverri skúgvað til viks av landsstýrismanninum.
Millum annað var økt verju- og trygdarpolitisk gransking eitt boð, men Føroyar eru ikki nevndar í granskingar partinum av verjuavtaluni. Hetta er ein av orsøkunum til, at Sambandsflokkurin á Fólkatingi hevur raðfest pengar til føroyska gransking innan verju- og trygd á donsku fíggjarlógini, tí landsstýrið ger tað ikki!
Gamaní – vit vita, at landsstýrismaðurin í uttanríkismálum vil loysa Føroyar úr ríkinum og rinda fyri alt sjálvur, men í núverandi løtu er hall á fíggjarlógini - og ein Suðuroyartunnil manglar enn!
Bara ein sjókaðal kostar upp í móti einari milliard, meðan allar aðrar íløgur í trygd fáast ikki til vega uttan stórar upphæddir. Hvussu kann Løgmaður og Javnaðarflokkurin lata slíkan leik fara fram, har eitt landsstýrið við vánaligari fíggjarstýring letur misskilta nationalismu frá sínum uttanríkismálaráðharra seta trygdina í Føroyum í váða?
Bárður á Steig Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum, og Anna Falkenberg, fólkatingskvinna fyri Sambandsflokkin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald