Tinganes skrivar:
Aksel V. Johannesen, løgmaður og Bjørt Samuelsen, løgtingsforkvinna, vóru til móttøku í Fólkatinginum í dag, har tey fingu høvi at heilsa uppá ukrainska forsetan, Volodymyr Zelenskyj, sum er á almennari vitjan í Danmark.
Í hesum sambandi, hevði hennara Háting Margretha drotning boðið løgmanni til miðmála saman við Ukrainska forsetanum. Til miðmálan luttóku millum annað eisini danski forsætisráðharrin og grønlendski landsstýrisformaðurin.
Sýndan stuðul til ukrainska fólkið
Í stuttum práti við Zelenskyj forseta, segði løgmaður, at ukrainska fólkið hevur fullan stuðul frá føroyska fólkinum.
Eg nýtti høvi at gera greitt, at Føroyar standa saman við Ukraina í stríðnum um frælsi. Harafturat segði eg forsetanum, at vit framhaldandi fara at taka móti flóttafólkum og veita neyðhjálp til Ukraina.
Aksel V. Johannesen, løgmaður
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald