Men hetta er ikki rætt. Løgmansfrágreiðingin er býtt í tveir partar. Tað yvirskipaða lesur løgmaður upp á ólavsøku, men har er eisini ein ískoytispartur, sum ikki verður lisin upp. Í hesum ískoytispartinum verður farið nærri inná tey einstøku málini.
Í ískoytispartinum standa hesi orðini um óljóð frá skipum:
“Í fjør gjørdu kommunurnar saman við Umhvørvisstovuni reglugerð um óljóð frá skipum við markvirðum fyri óljóð, sum allar havnir skuldu fylgja. Markvirðini verða stigvíst herd komandi tíðina. Eisini eru ásetingar um mannagongdir, sum allar havnir skulu fylgja, um eitt skip verður víst úr eini havn.
Reglugerðin hevur virkað í nakrar mánaðir. Sum heild taka kommunur/havnarskrivstovur trupulleikan við óljóði í álvara, hóast tað framhaldandi íkoma støður, har borgarar klaga um áhaldandi óljóð, ið eisini liggur omanfyri markvirðini. Vónandi verða nakrir av byrjanartrupulleikunum loystir í hesum árinum, áðrenn kommunurnar og Umhvørvis- og vinnumálaráðið um ársskiftið fara undir at eftirmeta skipanina.”
Tað skal eingin ivi vera um, at óljóð frá skipum er ein trupulleiki, sum eigur at vera tikin í álvara og loystur. Eg royndi, sum landsstýrismaður, at fáa nakað gjørt við hetta málið, og hóast tað ikki gekk heilt so sum Heimafriður ynskti, so fingu vit sett gongd á eina loysn, og í løtuni flyta vit okkum móti málinum sum er, at bæði vinna og privatfólk skulu kunna húsast síð um síð, uttan at tað órógvar hvønn annan meira enn hægst neyðugt.
Eg havi stóra virðing fyri arbeiðinum, sum Heimafriður ger, og uttan teirra áhaldandi stríðið, høvdu vit ikki verið komin so langt sum vit eru komin. Vit eru eitt lítið samfelag, og her má vera pláss fyri okkum øllum.
Helgi Abrahamsen
løgtingsmaður
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald