Politikkur

Løgmaður gav Løgtinginum skeivar upplýsingar

.

2024-06-12 15:06 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 



Er tað nakað sum eg ikki orki fyri í politiskum orðaskifti, so eru tað hesar “spinndoktaraframleiddu søgurnar”, har onkur sum er avdúkaður í at hava gjørt okkurt skilaleyst, kemur við eini langari frágreiðing, har viðkomandi sigur seg fegnast um avdúkingina, tí hon gevur møguleika fyri at greiða frá “veruligu støðuni”. - Jú størri fløkjan er, meira verður “fegnast”.

Mánadagin fekk eg svar uppá ein fyrispurning sum eg setti Løgmanni viðvíkjandi tí, sum hann og Høgni Hoydal hava upplýst fyri Løgtinginum um viðurkenning av einum palestinskum ríki. Løgmaður segði í Løgtinginum tann 15. mai, at 143 lond, herundir Danmark, høvdu vikuna frammanundan viðurkent Palestina sum ríki. Men hetta var beinleiðis skeivt. Eina viku seinni segði danski uttanríkisráðharrin, at Danmark hevði ikki viðurkent Palestina sum stat, og fór heldur ikki at gera tað, so leingi sum staturin ikki var til. 

Eg spurdi tí Løgmann, hvat hann bygdi henda pástandin á? Hann svarar millum annað soleiðis: “Lat meg leggja fyri við at ásanna, at eg kundi havt verið greiðari í munnliga svari mínum tann 15. mai, og fegnist tí um høvi at koma við eini nágreining.”

Men Løgmaður var ikki bara óneyvur. Hann segði nakað, sum als ikki var sannheit. Hann gav Løgtinginum skeivar upplýsingar, og hann hevur fyrr sagt, at tá onkur sigur ósatt fyri Løgtinginum, so eigur tað at fáa avleiðingar. Men hesaferð er avleiðingin bara tann, at hann fær eitt gott høvi at “koma við eini nágreining” og at “fegnast”.

Undarligt uttanumtos

Og hvat sigur hann so í síni nágreining? Jú hann vísir til eina aðalfundarsamtykt hjá ST, sum Danmark hevur tikið undir við. Í henni stendur, at Palestina fær víðkaðar heimildir á aðalfundum hjá ST. Og hetta fær hann til at pástanda: “...at Danmark við at taka undir við hesi samtykt, sum útgangsstøði eisini tekur undir við, at Palestina sum frálíður, og undir ávísum treytum, kann verða viðurkent sum sjálvstøðugt ríki.”

Men hvussu kann hetta rættvísgera, at Løgmaður á tingfundi tann 15. mai segði, at Danmark, vikuna undan, longu HEVÐI viðurkent Palestina sum ríki? Hvat Danmark sum frálíður og undir ávísum treytum kann finna uppá at gera í framtíðini, veit eingin, og tað rættvísger ikki tað sum Løgmaður segði í Løgtinginum.  

Á heimasíðuni hjá danska Uttanríkisráðnum stendur: “Danmarks strategiske vision for Palæstina 2021-2025 er at støtte en fredelig løsning på den israelsk-palæstinensiske konflikt gennem realiseringen  af en to-statsløsning samtidig med at stræbe efter at fremme stabilitet i regionen og forbedre levevilkårene for de palæstinensere, som er fanget i konflikten.

Eigur at fáa avleiðingar 

Eftir stendur, at Danmark hevur IKKI viðurkent Palestina sum sjálvstøðugan stat. So tá løgmaður segði í Løgtinginum, at Danmark longu hevði gjørt tað, so segði hann nakað, sum ikki er sannheit, og tað eigur – sambært honum sjálvum – at fáa avleiðingar.


Helgi Abrahamsen
løgtingsmaður

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder