Politikkur

Løgmaður á vitjan í Grønlandi

Leygardagin fór Aksel V. Johannesen, løgmaður, til Grønlands á almenna vitjan. Grønlendski landsstýrisformaðurin Múte B. Egede er vertur.

Mynd: Sverri Egholm / Portal.fo

Mynd: Sverri Egholm / Portal.fo

2023-06-04 11:08 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Aksel V. Johannesen, løgmaður, gleðir seg til vitjanina og møguleikan hjá báðum stjórnarleiðarunum at hittast og eitt nú umrøða samstarvið millum Føroyar og Grønland umframt støðuna í Arktis.

"Hóast hav og ymiskur gerandisdagur er millum okkum, hava vit eitt sterk vinarlag og eiga eina ríka søgu saman. Hesi bond eru týdningarmikil at varðveita og halda fast um", sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður.

Leygarkvøldið kl. 17 var skipað fyri móttøku í Hans Egedes Hus saman við føroyingafelagnum í Nuuk.

Samstarvsráðið hittist

Í komandi viku verður árligur fundur í uttanríkis-, trygdar- og verjupolitiska samstarvsráðnum, har Grønland í ár hevur formansskapin. Umboðini í samstarvsráðnum eru ráðharrar og landsstýrisfólk úr Danmark, Grønlandi og Føroyum, og endamálið við ráðnum er at styrkja um samstarv og samskipan í mun til áhugan hjá stórveldum fyri norðuratlantshavi og Arktis. Í hesum sambandi koma landsstýrismaðurin í uttanríkis- og vinnumálum og landsstýriskvinnan í fíggjarmálum til Grønlands.

Ríkisfundur millum stjórnarleiðara

Sum partur av vitjanini, verður Ríkisfundur millum stjórnarleiðararnar í Grønlandi, Danmark og Føroyum. Fyrsti Ríkisfundur millum londini varð hildin í 1983. Fundurin í ár er sostatt nummar 40 í røðini.

Føroyska ferðalagið fer avstað aftur úr Grønlandi hósmorgunin 8. juni.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder