Politikkur

Løgmaður á Norðurlandaráðsfund í Oslo

NORÐURLANDARÁÐIÐ: Løgmaður luttekur á árliga ársfundinum hjá Norðurlandaráðnum. Fundurin verður hesaferð hildin í Oslo í døgunum 30. oktober til 2. november.

2023-10-29 10:30 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Allir átta norðurlendsku  stjórnarleiðararnir eru við á toppfundinum í Oslo. Visión 2030 hjá Norðurlondum er, at londini saman skulu standa sterk og sameind.

Vitlíki, verðurlagsátøk og COP 28

Týsmorgunin 31. oktober, áðrenn ársfundurin verður settur, verður fundur millum allar norðurlendskar forsætismálaráðharrar, har eisini løgmaður luttekur. Á fundinum fara stjórnarleiðarnir eitt nú at umrøða, hvussu farast skal fram í mun til vitlíki (AI), ið mennist við rúkandi ferð, umframt veðurlagsátøk og komandi veðurlagsráðstevnuna COP 28, ið verður í Dubai síðst í november.

Grøn, trygg og ung Norðanlond

Ársfundurin í Norðurlandaráðnum verður hildin fyri 75. ferð. Hesaferð verður høvuðsevnið “Grøn, trygg og ung Norðanlond". Røður og kjak á fundinum taka støði í evnum sum grøn umlegging og luttøkan hjá ungum í fólkaræðnum. Løgmaður skal halda røðu týsdagin seinnapart.

Fylg við her

Til ber at fylgja við ársfundinum beinleiðis her.https://www.norden.org/da/information/streaming-fra-nordisk-raads-session-2023-i-oslo

Gestarøðari

Jens Stoltenber, aðalskrivari í Nato, er í ár gestarøðari á árliga Norðurlandaráðsfundinum í Oslo. Røðan hjá Stoltenberg verður týsdagin 31. oktober í Stórtingssalinum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder