Politikkur

Løgmaður á fundi við Mette Frederiksen

-

2022-01-17 21:55 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Á fundinum umrøddu tey ymisk týðandi mál millum Føroyar og Danmark. Eitt nú, hvussu arbeiðið í nýggja uttanríkis,- trygdar,- og verjupolitiska samstarvsráðnum, skal skipast framyvir.

Løgmaður nýtti eisini fundin til at gera vart við, at tað er óheppið, at danskir myndugleikar ikki hava tikið ynskið um betraði fongsulsviðurskifti í Føroyum við, nú nýggj langtíðaravtala er gjørd um karmarnar hjá Kriminalforsorgini.
Hetta vísti Edmund Joensen eisini á í farnu viku, tá føroysku fólkatingslimirnir høvdu verið til samráðingar um langtíðaravtaluna.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder