Politikkur

Lógin verður ikki fylgd - eitt suspekt mál

Jóhan Dahl spyr um Málráðið

2023-02-13 13:44 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder



Eg havi nú í eitt ár sóknast eftir einari frágreiðing um eftirmeting av Málráðnum, sum varð sett á stovn við lóg í 2012 - avloysarin fyri Málnevndina. Eg havi spurt eftir hesari frágreiðing í tveimum umførum í 2022 við at seta skrivligar  fyrispurningar (§ 52a) til táverandi landsstýrismannin í mentamálum. Í seinna svarinum varð lyftið givið um, at ein nýggj frágreiðing skuldi leggjast fram í vetur 2022 ella tíðliga á vári í ár. Enn er ongin frágreiðing løgd fyri Løgtingið og síðan er komið nýtt landsstýrisfólk á málsøkinum


Tað virkar eftir hondini sum um, at tað er tilætlað hjá Landsstýrinum ikki at lata Løgtinginum eina frágreiðing um eftirmeting av Málráðnum, hóast lógin ásetur tað - og tað er álvarsligt


Lógin um Málráðið ásetur fylgjandi: “Landsstýrismaðurin skal eftir 3 árum leggja fyri Løgtingið frágreiðing um, hvørt lógin virkar eftir ætlan”. Tað stendur ikki, at hetta skal gerast regluliga.


Málráðið varð sett á stovn í 2012 og seinni varð gjørd ein frágreiðing frá 18. november 2016. Tað løgnað, sum síðan hendir er, at henda frágreiðing ongantíð kemur til viðgerðar í Løgtinginum og ongin veit rættuliga hví. Tað vísir seg eisini, at tað er sera trupult í heila taki at fáa fatur í frágreiðingini.


Alt hetta, sum fer fram við Málráðnum, virkar rættuliga suspekt og gevur ein illgruna um, at roynt verður at fjala eitt ella annað - og harvið skerja Løgtingið frá at fáa eina objektiva og sakliga viðgerð av hesari fyri langari tíð síðan gjørdu frágreiðing.


Nú er nýtt landsstýrisfólk komið á hesum málsøkinum, og tí noyðist eg enn einaferð at seta ein § 52a skrivligan fyrispurning til nýggja landsstýrismannin í mentamálum, og enn einaferð spyrja, hvat støðan er í hesum málinum og nær ítøkiliga ein frágreiðing verður løgd fyri Løgtingið.


Eg fari eisini at biða um skjalainnlit í landsumsitingini, soleiðis at eg sum løgtingslimur kann fáa innlit í frágreiðingina frá 18. november 2016, men sum ongantíð er latin Løgtinginum til viðgerðar.


Tað er ikki rætt og kann ikki góðtakast, at ein lógaráseting bara soleiðis verður ignorerað av landsstýrinum.


Vónandi hevur landsstýrið so mikið av virðing fyri galdandi lógum og Løgtinginum, at ein frágreiðing verður latin Løgtinginum sum skjótast, umframt annað viðkomandi tilfar.


Johan Dahl

løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder