Politikkur

Lógin um pantskipan fyri íløt samtykt

Ein stórur meiriluti á Løgtingið hevur tikið undir við uppskotinum hjá Ingilín D. Strøm, landsstýriskvinnu, um nýggja felags pantskipan.

2024-05-16 10:45 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Tað hevur í mong ár verið arbeitt við at gera eina felags pantskipan fyri alt landið, sum ger tað lættari fyri fólk at sleppa av við pantíløt og er smidlig fyri allar partar.

Fyri vanlig fólk hevur tað verið ein avbjóðing at sleppa av við allar pantfløskur.

Í dag hava vit einar 12 ymiskar skipanir, har tú sum viðskiftafólk skal lata pantaðar fløskur inn aftur í sama handli, sum tær vórðu keyptar – ella í einum handli, sum selur fløskur frá sama innflytara.

Hetta verður nú broytt. Frameftir verður ein felags pantskipan skipað fyri alt landið, fyri allar handlar og fyri íløt úr glasi, plasti og metalli. At byrja við verður talan um íløt við vørum sum øli, vatni og leskidrykkjum, men lógin letur upp fyri, at pant kann leggjast á onnur íløt, t.d. djús, saft, smoothie og øðrum.

Tað hevur við sær, at fólk fara sleppa av við øll íløt á einum stað. Somuleiðis verður tað lættari hjá handlunum at handfara íløtini.

Hóast summir handlar hava automatir, ið taka ímóti pantíløtum, so eru fleiri handlar, ið manuelt taka ímóti pantíløtum og skulu skilja tey í millum 15 og 18 bólkar. Frameftir verður skilt í tríggjar bólkar; glas, plast og metal.

Tað verður IRF, sum verður umsitari av pantskipanini. Pantumsitarin hevur ábyrgd av at heinta frá handlum, gjalda handlum pantið og at fáa íløtini til endurnýtslu og endurvinningar.

Talan er um eina skipan, ið skal handfara umleið 15 mió. íløt um árið.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder