Frameftir verður tað soleiðis, at so at siga allir handlar, sum selja íløt við panti, skulu taka ímóti øllum íløtum og rinda kundanum pant.
Ætlanin við nýggju pantskipanini er eisini, at pant við tíðini verður lagt á fleiri vørur og íløt, so at alsamt meir fæst inn til endurnýtslu og endurvinningar.
“Endiliga fáa vit eina skipan, har vit sleppa av við allar fløskur á sama stað. Hetta hevur mann roynt at fingið í lag í nógv Harrans ár,” sigur landsstýriskvinnan.
Við nýggju pantskipanini fer ein pantumsitari at hava alla ábyrgdina av at heinta inn íløt kring landið, skilja tey og fáa íløtini send til endurnýtslu og endurvinningar. IRF hevur samtykt at átaka sær skylduna sum pantumsitari.
Nýggja pantskipanin fer at virka frá 1. oktobur 2025.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald