Politikkur

Loftið í barsilsskipanini má hækka

Tann 27. mars 2001 samtykti løgtingið einmælt, at vit skuldu hava eina barsilsskipan í Føroyum.

2023-09-27 12:14 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 

Skipanin sum fór at virka tann 1. juni sama ár, gav øllum kvinnum rætt til barsilsgjald í 4 vikur áðrenn barnsburð, og eftir barnsburð vóru 26 vikur, sum mamman og pápin at barninum kundu býta millum sín eftir ásettum lutfalli.

Árini eftir at skipanin var farin at virka, høvdu skiftandi samgongur sum mál, at barsilstíðin skuldi leingjast stigvíst til hon kom uppá eitt heilt ár.

Tá samgonguskjalið hjá undanfarnu samgonguflokkum varð skrivað á heysti í 2019, varð sett í har, at seinasta fetið skuldi takast á leiðini móti teimum 52 vikunum, og hetta bleiv gjørd. Eg legði uppskot um hetta fyri løgtingið tann 30. september 2020, við tí úrsliti, at frá 1. januar 2021 var barsilstíðin longd úr 48 uppí 52 vikur við bæði løn og uppsparing til eftirløn. Mamman at barninum fekk rætt til barsilspening í 14 vikur, pápin í 4 vikur, og foreldrini kundu frítt býta 34 vikur ímillum sín.

Men vit steðgaðu ikki har, tí enn hevði markið fyri hvussu nógv í mesta lagi kundi gjaldast út um mánaðin verið óbroytt í nógv ár. Magnus Rasmussen sendi tí eitt uppskot til hoyringar um at hækka hámarkið, men av tí at val bleiv útskrivað, komu vit ikki á mál við tí uppskotinum. 

Sambandsflokkurin, Fólkaflokkurin og Miðflokkurin fara tí nú at leggja uppskot fyri løgtingið um at hækka hámarkið við 3.000 krónum. Útrokningar vísa, at hetta kann gerast, uttan at broyta inngjaldið.

Endamálið er, at vit skulu hava eina góða barsilsskipan, har inntøkumissurin hjá foreldrunum skal vera minst møguligur í sambandi við barnsburð.

Helgi Abrahamsen
løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder