Gásadalstunnilin varð myrkari í hvørjum og vit vóru fleiri sum undraðust. Tað vísti seg, at brúktu perurnar ikki kundu fáast fatur á longur. Landsverk valdi at Kollfjarðartunnilin skuldi hava ljós framum aðrar tunlar. Ein pera fyri og onnur vóru tiknar úr Gásadalstunlinum.
Tá sitandi samgonga tók við, valdi eg á hvørjum fundi við Landsverk, at biðja um ljós aftur í Gásadalstunlinum. Tað var lættari sagt enn gjørt. Men eftir áhaldandi eggjan varð loysnin funnin. Nú er ljós aftur í báðum tunlunum.
Tá vit um aldarskiftið byrjaðu at bora Gásadalstunnilin, varð eg spurdur av útlendskum miðli, hví ein tunnil skuldi gerast til fá fólk. Tá varð svarað, at tað var umráðandi at gera lítlu Føroyar størri.
Við tunlinum hevur Gásadalur sett Føroyar á heimskortið. Hópur av ferðafólki streymar til bygdina at síggja Múlafoss, ið má vera ein av heimsins mest avmyndaða fossi. Eisini Gásadalsgarður, íbúðir, smáttur, serligar matvørur frá Tøvubóndanum, Petra við harmonikuni v.m, dregur nógv fólk at Gásadali.
Føroya vakrasta hálvmaraton kann nú eisini rennast í ljósi allan vegin.
Jørgen Niclasen, tingmaður
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald