Ítróttur

Lív: Tað var harmuligt at dysturin ikki var 10 minuttir longri

Vit hava í morgun verið á leikarahotellinum hjá føroyska hópinum.

2024-11-30 10:07 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Á leikarahotellinum fingu vit orð á Lív S. Poulsen.

Hvat fyri tankar hava tit gjørt tykkum síðani dystin í gjár?

Kenslan er at tað er ordiliga stuttligt at spæla, og tað er stórt at enduliga at sleppa at spæla fyrsta EM dystin. Men aftaná dystin halda vit tað er harmuligt at dysturin ikki er 10 minuttir longri, tí vit føla at vit eru á veg, men koma bara ov seint inní dystin. Vit hava ov leingi nervar og gera fleiri teknsiskar feilir í fyrra hálvleiki.

Hvat hendi millum fyrra og seinna hálvleik?

Í hálvleikinum tosaðu vit um at spæla bóltin tí tað er har vit eru góðar. Vit fingu meira ferð á bóltin og gera færri tekniskar villir, sum ger at vit koma heim í verjuna har vit standa væl. Umframt tað so ger Rakul Wardum fleiri góðar bjargingar.

Hvat kunnu tit taka við og hvat skulu tit rættað uppá?

Nú hava vit spælt fyrsta dystin, og vita hvat tað er. Tað er í verjuni vit eru góðar, og vit skulu ansa eftir, at ikki at kasta bóltarnar vekk í álopinum, sum ger at tað er tungt at renna heim. Tað er álopsspæli sum vit skulu rættað uppá.

Hvussu sært tú uppá dystin ímóti Kroatia?

Tað verður ein ordiliga spennandi dystur. Tær eru stórar, og tað kunnu vit síggja nakrar fyrimunir við. Vit eru nokk kvikari enn tær. Um vit halda okkum til okkara spæl og okkara uppgávu, so kann tað blíva ein spennandi dystur.

Hvat skulu tit gera til dystin ímóti Kroatia?

Tað er álopsspælið vit skulu hugsa um, tað riggaði væl í seinna hálvleiki. Sjey ímóti seks riggaði eisini væl. Vit skulu hugsa um, at koma gott av við bóltin og renna heim.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder