2025-04-22 09:45

Eyðgerð Kristiansen skrivar á Facebook:
2. páskadag í 1962, fyri 63 árum síðani, kom línuskipið, Reynsatindur, hjá Zachariasi Nielsen til Sandavágs. Hann var bygdur í Dieppe í Fraklandi. Skipið sigldi fyrst inn á Sandavág og legði so at kai í Miðvági. Nógv fólk var komið at taka ímóti skipinum. Talur vóru hildnar og Sandavágs sangkór sang m.a. henda sangin, sum Heini F. Persen, sum tá var 25 ára gamal, hevði yrkt til høvið:
Vælkomin Reynsatindur
Lag: Lítið yvir Føroyaland
Hoyrdust ljóða sálmaløg;
syngjandi á Vágin hildu
fedrar, sum av havi sigldu,
løgdu síðan heim at støð.
Ja, í teirra ”kjalarvørri”
stevnir nú ein nýggjur knørrur.
Leggur inn á Sandavág,
eins og fedrar løgdu tá.
Tú helt út á Ermarsund,
sjógvar brutu frá tær stríðir,
hvørva tóku Fraklands líðir,
skjótt gekk norður hvørja stund.
Føroya tindar reystu, fríðu
fjart frá bógvi sóust stíga,
heilsan hvør í kvirru bar:
Ver vælkomið nýggja far.
Vit nú vilja bera tær,
Reynsatindur, fagnarkvøðu,
so at millum hamrar høgu
hoyrist ljóða aftursvar.
Leggur brátt á havið víða
undir landsins merki fríða,
mongum tú at gagni ver,
prúðan fong til lands tú ber.
Drottur høgi handan ský
veri viti tú og verja,
tá ið ódnir harðar herja,
og tá valdar lognin blíð.
Tú kanst slætta sjógv á sundum,
skaka fjøll á sterkum grundum,
tína góðu signing gev,
annars batar einki strev.
Heini F. Petersen
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald