Tað komu fimm tilboð inn. Metingin hjá ráðgevanum var 6.65 milliónir.
J&K Petersen kr. 6.591.279,00
Maskingrevstur kr. 5.697.795,00
Grevstur & Planering kr. 4.854.709,80
Articon kr. 5.571.343,00
Konsax kr. 6.774.498,10
Nú verða tilboðini gjøgnumgingin og møguligar samráðingar tiknar upp við tilboðsgevarar.
Eftir ætlan byrjar arbeiðið at samanbinda Ápramsveg við Tvørgarðsveg móti sumri í 2024. Verkætlanin við eini gøtu frá Tvørgarðsgøtu og inn í Húsagarð er við í tilboðunum.
Verkætlanin við Ápramsvegi er ein 2-1 vegur, sum er uml. 400 metrar langur við eini betongbrúgv tvørtur um Hýsisá. Harumframt verða gjørd nýggj regnvatns inntøk á ovarusíðu og gøtuljós verða somuleiðs sett upp á ovarusíðu.
Tað eru settar 3 millónir av á fíggjarætlani fyri 2024, til arbeiði at knýta Tvørgarðsgøtu við Ápramsveg. Mett verður at arbeiðið fer at taka uml. 10 mánaðir.
Afturat hesum verkætlanunum, fer borgarstjórin at leggja eitt uppskot fyri býráðið um eina gongubrùgv tvørtur um gamla svimjihylin.
Vága kommuna
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald