Politikkur

Lestrarfeløg úr Norðurlondum og Baltikum savnað í Føroyum

Hósdagin tók Barna- og útbúgvingarmálaráðið ímóti umboðum frá lestrarfeløgum úr Norðurlondum og Baltikum í sambandi við eina útbúgvingarráðstevnu, sum Meginfelag Føroyskra Studenta (MFS) skipar fyri í hesum døgum.

2025-04-08 07:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Ráðstevnan er partur av formliga netverkinum Nordiskt Ordförande Möte (NOM), sum hevur til endamáls at styrkja samstarv og ávirkan millum norðurlendsku og baltisku lestrarfeløgini, við serligum atliti at hægri útbúgving. Hetta er triðju ferð, at Føroyar hýsa ráðstevnuni — undanfarnu ferðirnar vóru í 1989 og 2019.
Evnið fyri ráðstevnuna í ár er "Lesandi og fráflyting" (Student Migration), og snýr seg um stóru avbjóðingina, sum smærri lond ofta standa í, tá ungfólk flyta út ella flyta í onnur lond? at nema sær útbúgving og ikki altíð venda heim aftur.

Fyrsta vitjanin á skránni var í Barna- og útbúgvingarmálaráðnum, har Terji Beder, fulltrúi í hægri útbúgving, hevði eina innleiðandi framløgu um føroysku útbúgvingarskipanina fyri luttakarunum. Framløgan gav eitt breitt innlit í bygnaðin í skipanini og setti serliga sjóneykuna á tey øki, har fráflyting hevur størst ávirkan. Eisini varð tosað um politiskar ætlanir, eitt nú framtíðar kampusætlanina og føroyska luttøku í evropeiskum útbúgvingarsamstarvi og -skráum.

Barna- og útbúgvingarmálaráðið fegnast um vitjanina og virðir tað stóra íkast, sum lesandi geva til kjakið um framtíðina hjá føroysku hægri útbúgvingini.

Um NOM

Nordiskt Ordförande Möte (NOM) er eitt samstarvsnetverk fyri norðurlendsk og baltisk lestrarfeløg, sum arbeiða fyri at menna samstarv og felags mál innan útbúgving og mentan. NOM verður eisini nevnt Nordic Organisational Meeting.
Fyrsti NOM-fundurin varð hildin í Århus í 1946, og fundurin í Føroyum í ár er fundur nummar 68 í røðini.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder