Vinna

Leivur Samuelsen og Poul Andrias Ziska yvirtaka Kaffihúsið í Havn

Leivur Samuelsen og Poul Andrias Ziska hava keypt Kaffihúsið í Vágsbotni..

2026-10-31 19:48 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Leivur Samuelsen og Poul Andrias Ziska, ið arbeiða innan matstovuvinnuna, ferðavinnuna og hotellvinnuna, hava nú yvirtikið Kaffihúsið í Vágsbotni, har flestu okkara hava notið ein góðan kaffimunn.

Við staðseting mitt í Vágsbotni, har nógv lív og virksemi er alt árið, hevur Kaffihúsið, í nógv ár, verið ein sjónligur partur av býarlívinum í Havn.

Nú eru tað Leivur Samuelsen og Poul Andrias Ziska, sum taka við róðrinum.

Teir báðir kenna longu hvønn annan væl frá samstarvinum um Michelin-matstovuna PAZ, og við Kaffihúsinum fara teir nú undir sína næstu felags verkætlan.

– Vit eru sera spentir upp á hetta. Kaffihúsið hevur eina framúr staðseting í Vágsbotni, har longu nógv góð tiltøk eru alt árið, sum skapa lív í býnum, og vit síggja stórar møguleikar í at vera ein enn størri partur av tí lívinum og virkseminum, sum longu er her, sigur Leivur Samuelsen.

Kaffihúsið er rúmligt, og umframt sjálvt kaffihúsið eru eisini tvey stór fundarhøli, sum í dag verða nýtt til alskyns tiltøk, fundir, og annað virksemi. Júst hesir møguleikarnir eru nakað, sum nýggju eigararnir síggja stórt virði í.

– Hugskotini eru nógv og Kaffihúsið er longu eitt gott og væl kent stað, og hevur eitt gott grundarlag. Vit gleða okkum til at fara til verka og arbeiða við at menna virksemið víðari, siga Leivur og Poul Andrias.

Førleikar, ið eru við til at skapa nýggjar møguleikar

Poul Andrias Ziska, eigari av Michelin matstovuni PAZ, er ein av fremstu kokkum í Føroyum og hevur við sínum megnar arbeiði verið við til at seta føroysku matstovuvinnuna á heimskortið.

Leivur Samuelsen er stjóri og eigari av 62°N Ferðaskrivstovuni og 62°N Hotel, og sameigari av PAZ, og hevur góðar royndir innan ferðavinnu, vinnuferðavinnu, hotellvinnu og rakstur.– Vit koma við hvør sínum royndum og førleikum, og tað halda vit, er ein stór styrki. Kaffihúsið hevur longu nógv gott virksemi, og tað fara vit at byggja víðari uppá. Bæði fyri føroyingar, ferðafólk og vinnulívið, siga Leivur og Poul Andrias.

Teir báðir vilja takka undanfarnu eigarunum fyri tað góða arbeiðið, sum tey hava lagt í Kaffihúsið gjøgnum árini.

– Tað er týðiligt, at nógv orka og arbeiði er lagt í at skapa eitt gott og vælvirkandi kaffihús. Tað hava vit stóra virðing fyri, og vit gleða okkum til at føra virksemið víðari.

Við tveimum royndum og eldhugaðum eigarum við róðrið, er lagt upp til eina spennandi tíð hjá Kaffihúsinum í Vágsbotni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder