Vinna

Leif Mohr Kring Føroyar 2025 

.

2025-05-15 15:24 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder



Leif Mohr Kring Føroyar 2025 


Um bara tvær vikur fer tann størsta og mest spennandi súkklukapping í Føroyum av bakkastokki. 

Tað verða 5 spennandi dagar við sveitta, adrenalini og stríðnum móti vindi og brekkum og sjálvsagt harðari kapping ímillum tey luttakandi. 

Í ár hava vit aftur nýggjar teinar á skránni, nýggjar favorittar, og einari finalu í høvðusstaðnum – við áskoðarum heilt út til málstrikuna.

Leif Mohr Kring Føroyar byrjar mikudagin 28. mai og endar sunnudagin 1. juni. 

Finaludagurin verður somuleiðis ein stórur rennidagur í Havnini, tí Tórshavn Marathon verður hildið sama dag. Vit eru sera takksom fyri, at Tórshavnar Kommuna og Løgreglan hava givið grønt ljós til, at hesi bæði stóru tiltøk kunnu verða sama dag - tað verður ein heilt serligur dagur. 

Tey, ið hava luttikið fyrr í hesari súkklukapping minnast hvussu væl vit verða móttikin, tá vit fimta og seinasta dagin fara glað og troytt av súkkluni, og inn í stásiliga bygningin hjá Leif Mohr á Hoyvíksveg, til blíðskap, kaffi, frukt oa. gott. Og ein ”franskan”. 

Hesaferð verður heldur bjóða rundstykkir og kaffi, eftirsum vit byrja tíðliga, so vit eru liðug áðrenn Tórshavn Marathon byrjar – hugnaligt verður óansæð. 

Teinar og broytingar – nýggir vegir, nýggir tunnlar, nýggjar avbjóðingar

Vit í fyriskiparaliðnum leggja okkum eftir at gera kappingina spennandi og fjølbroytta hvørt ár. Vit finna nýggjar teinar, og vitja ymisk pláss hvørt ár. 

 Í fjør, tá vit kunnaðu um kappingina, skrivaðu vit ma. at ”eitt er vist, og tað er at tað aftur verður koyrt á Suðuroynni aftur hesuferð …”. 

Suðuroyggin er fantastisk at súkkla á, og vit njóta altíð góðan blíðskap, men í ár fær hon eina pausu. Í staðin fara vit millum annað at nýta nýggju stásuligu tunnlarnir norður um fjall. 

Á øðrum teini verður súkklað úr Klaksvík, víðari til Viðareiðis og aftur eftir gamla vegi til Hvannasund, síðani til Árnafjarðar og so til Klaksvíkar har málið er. Ein vakur og serstakur teinur at súkkla.  

Sandoyggin – Júst sum í fjør

Eitt sum tó ikki verður broytt, er kappingin 3 dagin á Sandoynni. Har fylgja vit just somu uppskrift, sum í fjør, sum lukkaðist so væl. Vit sleppa at koyra ”off road” runt Sandsvatn, sum krevur nakað annað frá súkklarunum.

Sornfelli — harðasta teinurin 

Leygardagin, næst seinasta kappingardag, kunnu vit bara siga sum er. Hetta verður grót hart. Her er einki stað at goyma seg. Tað er ein og ein súkklari avstað, frá Leif Mohr gjøgnum Kaldbakstunnilin, framvið Effo í Kollfjarðadali, og so beint ”til himmals”. 

Rennarar renna teinin til ”Top Run”, og onkur hevur tikið skemtandi til, at tað er sjálvdan at man er til kapping, og tað bara er ein brekka. Hendan ”brekkan” er beint undir 10 km long, við 6.3% stigningi í miðal, og 600 hæddarmetrar í einum. Hetta svarar til tríggjar ferð úr Havnini niðan á Kleynsvarða. 

Hesin teinurin verður heilt sikkurt avgerandi fyri kappingina. Her verða tað bara beinini og viljin sum telur. Eingin fær fyrimun av at liggja í felti, ella at ”kroka” aftanfyri onkran annan súkklara, og heldur ikki um onkur eingur eina TT súkklu - øll kappast á kappsúkklu. 

Finalan í Havn — undirhald frá fyrstu til tíggjundu ferð 

Soleiðis hevur verið øll árini – kappingin endar í høvuðsstaðnum. Vit høvdu stórar ætlanir um at ”stongja Havnina” finaludagin. Men tá vit ynskja at trygdin skal vera í hásæti, so hava vit eisini gjørt broytingar finaludagin. 

Í staðin fyri at koyra eftir Áarvegnum, Tinghúsvegnum, framvið Landssjúkrahúsinum, niðan á Skúlan á Argjahamri og annað, so koyra vit nú ein tryggari, og sæð við ”fyrireikingareygum”, og ein lættari tein at fyriskipa. Sæð við ”áskoðarabrillum” verður hesin teinur eisini meira undirhaldandi.

Byrjaðu verður á økinum hjá Leif Mohr á Hoyvíksvegnum. Vit koyra eftir Strond, yvir til Skansan, niðan eftir Jónas Broncksgøtu, víðari niðan eftir Hoyvíksvegnum. Vit koyra nú framvið Leif Mohr, har málstrikan verður, og so halda vit áfram, níggju umfør aftrat. 

Hendan teinin koyra vit tíggju ferð. Áskoðarin hevur tí møguleika at fylgja kappingin frá byrjan til enda – beint við síðulinjuna. 

Nærum 30 ára søga

Kring Føroyar hevur verið ein fastur partur av føroyskum ítróttalívi í nærum 30 ár. Kappingin sá dagsins ljós í 1997. Høvuðsstuðlarnir hava skifts, men hava altíð verið við til at lyfta tiltakið — frá Statoil til Effo, Wenzel, KS Timburhús, MBM og nú Leif Mohr. Uttan teir hevði hetta ikki borið til, og fyri tað eru vit ómetaliga takksom.

Vit vóna, at tú eisini heldur, at ársins útgáva av Leif Mohr Kring Føroyar verður spennandi — og minna teg samstundis á, at tilmeldingin er opin á atgongumerki.fo

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder