Lýsing

Leiðari til Sóljugarð

– ein týðandi leiðsluleiklutur í einari framfúsnari og fevnandi kommunu

2026-02-27 18:14 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Vága kommuna søkir ein sjónligan, savnandi og fakliga sterkan leiðara at standa á odda fyri Sóljugarði.

Sum leiðari verður tú ein týðandi partur av arbeiðinum at menna Vága kommunu sum eina framfúsna og fevnandi kommunu, har trivnaður, ábyrgd og dygd ganga hond í hond. Okkara børn eru grundarlagið undir framtíðini, og tí hava vit tørv á einum leiðara, sum vil ganga á odda – við fakligari leiðslu, nærveru og dirvi at menna. Tú fært sostatt høvuðsábyrgdina av Sóljugarði við beinleiðis tilvísing til trivnaðarleiðaran í Vága kommunu.

Um Sóljugarð

Sóljugarður er kommunalur dagstovnur í Sandavági við trimum vøggustovum, trimum barnagarðsstovum og einari stovu til tey 6 ára gomlu.

Stovnurin er ein hornasteinur í trivnaðarøkinum hjá kommununi og ein týðandi partur av gerandisdegnum hjá mongum barnafamiljum.

Starvið

Sum leiðari hevur tú heildarábyrgdina av Sóljugarði – fakliga, starvsfólkaliga og fíggjarliga. Tín uppgáva er at skapa greiða leiðslu og ein tryggan og mennandi karm um gerandisdagin, samstundis sum tú tryggjar, at stovnurin mennist í samsvari við visjón og mál hjá kommununi.

Tú skalt megna at sameina gerandisrakstur og menning. At vera nærverandi í gerandisdegnum, men eisini síggja longri fram. At byggja felagsskap og trivna millum starvsfólk, samstarva við foreldur og vera ein greið og álítandi leiðslurødd í samspæli við umsiting og politiska skipan.

Vit leita eftir einum leiðara, sum megnar at síggja heildina – men ongantíð missir barnið úr eygsjón.

Vit bjóða

Eitt sjálvstøðugt og ábyrgarfult starv í einari kommunu, sum hevur greiða visjón og arbeiðir miðvíst við menning. Tú fært veruliga ávirkan – bæði á stovnin og á samlaða trivnaðarøkið í kommununi.

Starvið verður sett frá 1. mai 2026, ella eftir nærri avtalu. Løn sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag, Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

Nærri upplýsingar um starvið og setanartilgongd síggjast í leiðaraprofilinum.

Umsókn

Søk starvið við at klikkja á her.. Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi sunnudagin 15. mars  2026.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder