Lýsing

LEGOKAPPING Í MESSUNI

Sunnudagin 29. november kl. 14.00 verður ein stuttlig og hugnalig LEGOkapping fyri familjuna í Messuni!.

2026-11-11 09:10 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Tak LEGO klossarnar við og ger teg kláran til eina avbjóðing! Vit finna upp á, hvat tit skulu byggja. Tað kann til dømis vera eitt hús, ein slikkipinnur, eitt skip, ein planta ella okkurt heilt annað.

Tá ið uppgávan er avdúkað, hava tit 1,5 tíma at byggja tykkara besta og mest kreativa avrik.

Messan hevur eina dómsnevnd, sum metir um avrikini og letur steyp til flottasta úrslitið. Allir luttakarar við vinnandi borðið fáa eisini hvør sína medalju!

Her eru ongar avmarkingar á, hvussu stórt ella lítið, breitt ella høgt tykkara LEGO verk skal vera. Tað avgera tit sjálvi, og vit finna vinnaran!

Hetta verður ein hugnalig familjuløta, har samstarv, kreativitetur og nærvera eru í miðdeplinu

Gott at vita:
Tit skulu sjálvi hava alt LEGO og alla útgerð við.
Bert eitt LEGO avrik kann latast inn til metingar frá dómsnevndini fyri hvørt borð.
Borð kunnu bíleggjast á atgongumerki.fo fyri 100 kr.
Avmarkað nøgd av borðum er, so tað ræður um at tryggja sær eitt í góðari tíð.
Komið við til eina hugnaliga og kreativa løtu í Messuni. Vit gleða okkum at síggja øll tey stuttligu og kreativu LEGO avrikini!

Vit síggjast í Messuni
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder