Mentan

Lea Kampmann við Seinferð í Listastovuni

26. september kl. 21.00

2025-09-25 20:17 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Hon hevur leingi verið á ynskilistanum, og nú eydnaðist tað endiliga: tann 26. september kl. 21.00 verður Listastovan karmur um eina inniliga og serstaka konsert við Leu Kampmann. Hetta er fyrstu ferð, at Lea framførir sína hjartanemandi útgávu, Seinferð, í Listastovuni.

Konsertin verður merkt av ró og nærveru, har Lea sjálv fer at syngja og spæla á gittar saman við Biritu Dam á viola og kór. Tær báðar skapa eitt vakurt ljóð, sum gevur plátuni nýggja dýpd í livandi framførsluni.

Seinferð er fyrsta útgáva Leu á føroyskum. Hon varð skrivað saman við Teiti Lassen, ið eisini hevur framleitt útgávuna, og varð til í eini tíð, har Lea vendi sær frá skjótleikanum og larminum uttanfyri – og heldur gav pláss fyri tónleiki, ið gongur sínar egnu, seinførdu leiðir. Úrslitið er ein útgáva, sum lýsir bæði mistan kærleika, vaksandi kærleika og minnir um tað, ið einaferð var.

Alt á útgávuni er sungið teskandi og spælt á akustiskar gittarar, strúkarar og træblásarar – eitt ljóð, ið gevur plátuni serliga inniligheit og fragilitet. Tað hoyrist, at her er kelað fyri tónleikinum niður í minstu detalju, og í Listastovuni sleppur hann at standa klárur og reinur.

Hetta verður eitt heilt serligt kvøld har vit fara niður í Seinferð.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder