
Hvar eru tey stóru vallyftini hjá samgonguflokkunum?
- MVG burtur av gerandisvørum sum t.d. grønmeti, breyð og mjólk - stórt provenutap fyri landskassan
- Arbeiðsvikan styttast - hægri útreiðslur fyri landskassan og kommunukassarnar
Bara fyri at minna á nøkur kostnaðarmikil vallyftir.
So koma vit til tað, sum samgongan hevur júkað um í longri tíð, fyri at fáa haldføri í búskapin. Pensjónsaldurin skal hækkst til 70 ár. Hetta skal vera við til at minka um undirskotið hjá landskassanum og alt verður gott - men ikki fyrr enn um 10, 15, 20 ár? Veruleikin er, at sjálvt eina hækking av pensjónsaldrinum, so vil haldførið í búskapinum vera vánaligt heilt fram til 2040 og eftir tað, alt annað líka.
Landið hevur undirskot hvønn dag í bestu tíðum við búskaparvøkstri og ongum arbeiðsloysi, og má ganga við hættinum í hondini og læna pengar. Samstundis skerjir samgongan inntøkurnar við at minka ríkisveitingina (og økja um hallið) - tí sum loysingarfólkini siga - ríkisveitingin hevur ongan týdning longur. Men hvar skulu inntøkurnar so koma frá og hvørjar inntøkur skulu koma ístaðin fyri hesar vissu inntøkurnar sum ríkisveitingin er - jú halda fram at leggja gjøld á vinnu og skattgjaldaran, hækka pensjónsaldurin til 70 ár - og sum nú læna pengar til partvíst at fíggja almenna virksemið.
Tey, sum eru farin á arbeiðsmarknaðin sum 18-20-25 ára gomul, sum t.d. ein timburmaður, rørsmiðjur, vaskikona, arbeiðsmaður, elektrikari, heimahjálp, námsfrøðingur, hjálparfólk á dagstovni, sjúkrasystur og øll tey ófaklærdu - tey skulu slítast upp fyri at fáa haldføri í føroyska búskapin. Hesi sum hava borið samfelagnum uppi frá tí tey fóru á arbeiðsmarknaðin sum 18-20 ára gomul, kvinnur og menn.
Men tað eru tey, sum koma á arbeiðsmarknaðin sum 35 ára gomul og fara á pensjón sum 62 til 65 ár, tí tey hava eina aðra útbúgving og eina betri pensjónsskipan, sum loyvir teimum tað. Er tað rættvíst og betrar tað um búskaparliga haldførið - eg ivist?
Hetta hendir við einari vinstra-tjóðskaparsamgongu sitandi á ovastu rók, stýrandi landinum móti botninum - alt er blivi dýrari og landið hevur undirskot hvønn dag. Ongin tosar um at rationalisera, effektivisera og reformera samfelagið - tað hevur verið alment frammi, at bara tey seinastu fáu árini eru eini 1.000 fleiri fólk sett í almenn størv.
Og sum tað seinasta frá løgmanni - nú leggur hann seg á knæ og biður óbeinleiðis um hjálp frá Fólkaflokkinum. Nú er Fólkaflokkurin góður, nú samgongan ikki megnar bara at skapa javnvág á fíggjarlógini, og tí kann koyra landskassan í eina kreppu komandi árini.
Mín áheitan á andstøðuna er: “Haldi tykkum burtur frá hesari samgonguni og geri tykkum heldur kláran at taka yvir og gera tað trygt og liviligt aftur í Føroyum”.
Annfinn Brekkstein
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald