2025-03-07 13:04

Koltur skrivar á Facebook:
Lastbiladekk í Koltri
Koltur er ikki gott rekapláss, men so løgið sum tað nú einaferð er, so skola lastbiladekk upp í Koltri tá nógv brim hevur verið. Í morgun var einki undantak, og eitt lastbiladekk lá omanfyri sandin.
Í summar fleyg tyrlan 6 lastbiladekk av oynni, sum vóru samlaði frá fjørðuni og niðan á 40 metra hædd á vestursíðuni.
Eg havi fingið fortalt at tey skola upp á bæði eystur- og vestursíðuni. Á vestursíðuni er bergi umleið 40 metur høgt, so tað skulu øgiligar kreftir til at fáa dekki upp um eggina.
Dekkini hava øll boraði hol í, og eru skrødd. Hugsast kann at tey hava verið brúkt til fríholt á atløgubryggjum.





All reactions:
23
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald