Á Vestmanna Fiskavirki tóku Eyðun Olsen, stjóri, og Bárður Poulsen, virkisleiðari, ímóti og greiddu frá virkseminum á Vestmanna Fiskavirki, sum byrjaði virksemið í 2011, tá gamla flakavirkið var leigað. Árið eftir varð virkið keypt, og síðani er eisini víðkað um virksemið á havnarlagnum í Vestmanna, har vanliga framleiðslan av uppsjóvarfiski er.
Virksemið á Vestmanna Fiskavirki er upprunaliga grundað á menningarkvoturnar, sum vóru latnar í samgonguskeiðinum frá 2015 til 2019. Fyrstu árini vóru menningarkvoturnar fiskaðar í góðum samstarvi við feløg, sum eiga uppsjóvarskip, men í dag eigur felagið egið uppsjóvarskip, sum fiskar kvoturnar, sum felagið hevur atgongd til.
Á vitjanini í Vestmanna greiddu Eyðun Olsen og Bárður Poulsen frá framleiðsluni á virkinum og um, hvussu tað miðvíst hevur verið arbeitt við at menna framleiðsluna av vørum úr makreli og sild, sum tað er góður marknaður fyri.
Tað er sera jaligt, at tað, umframt tey stóru uppsjóvarvirkini, eisini ber til at hava smærri uppsjóvarvirkir kring landið, sum leggja seg eftir at framleiða minni nøgdir til ser-marknaðir, sigur Dennis Holm, landsstýrismaður. Ongin ivi er um, at fyritøkur sum Vestmanna Fiskavirki, sum bæði hava virksemi á virkjum á havnarlagnum í Vestmanna og hava egið uppsjóvarskip, hava stóran týdning fyri nærumhvørvið, sigur landsstýrismaðurin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald