2024-05-09 18:00
Í Kvívík er stórur áhugi fyri ætlanini um tunnil til Vestmanna. Á fundinum umrøddu Hans Jóhann Sørensen, borgarstjóri, Frank Müller, varaborgarstjóri, og Dennis Holm, landsstýrismaður, ætlanina um Vestmannatunnil og linjuføring, og hvønn týdning linjuføringin hevur fyri Kvívíkar kommunu.
Á fundinum greiddi landsstýrismaðurin frá, at landsstýrið arbeiðir við langtíðaríløguætlanini, og at hetta arbeiðið fevnir eisini um raðfesting av tunlum komandi árini.
Umframt at umrøða Vestmannatunnilin, vóru eisini mál við felags áhuga á samferðsluøkinum umrødd.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald