Á vitjanini varð greitt frá familjufyritøkuni Christian í Grótinum, sum hevur meiri enn 50 ár á baki. Meginpartin av tíðini hevur virksemi verið innan uppsjóvarvinnuna. Síðani aldaskiftið hevur fyritøkan lagt seg eftir at hava skip, har framleitt verður umborð, og alt av fiskinum verður gagnnýtt umborð. Hetta ger eisini, at Norðborg hevur skilt seg burturúr restini av uppsjóvarskipunum í Føroyum við hægri inntøku pr. kg. av fiski.
Fleiri týðandi evnir vóru umrødd viðvíkjandi føroysku fiskivinnuni, harundir søguliga gongdin í sildafiskiskapinum; spurningurin um burðardyggan fiskiskap og týdningurin av at fáa í lag semjur um fiskiskapin eftir sild, makreli og svartkjafti í Norðuratlantshavi; umframt gagnnýtslu av øllum fiskinum, sum verður fiskaður.
Vitjanin í Klaksvík er liður í rundferð hjá landsstýrismanninum at vitja fyritøkur kring landið. Endamálið er bæði at fáa innlit í virksemi hjá fyritøkunum, og at umrøða viðurskifti, sum eru á dagsskrá í Fiskivinnu- og samferðslumálaráðnum.
“Eitt av áhugaverdu málunum, sum arbeitt verður við í Fiskivinnu- og samferðslumálaráðnum, er “alt í land”. Tað var sera áhugavert at fáa innlit í royndirnar hjá Norðborg við at framleiða umborð og gagnnýta allan fiskin, og hvussu hetta eisini ger týðandi íkast til raksturin”, sigur Dennis Holm, landsstýrismaður.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald