Ingi Olsen, økisleiðari hjá Landsverki, kunnaði um verkætlanina. Jarðfrøðiligu viðurskiftini eru sera avbjóðandi, og greitt varð frá, hvussu hesar verða loystar so hvørt, sum arbeiðið gongur fram á leið.
Fyri fámjiningar og onnur, sum vitja í vøkru bygdini vestantil í Suðuroynni, verður Fámjinstunnilin eitt risa framstig. Fámjin er ein av bygdunum í landinum, sum vetrarhálvuna javnan er avskorin orsakað av veðri, bæði vindi og kava. Fámjinstunnilin fer at lætta munandi um gerandisdagin í Fámjin, og ikki minst gera farleiðina til og úr bygdini tryggari, sigur Dennis Holm, landsstýrismaður.
Fámjinstunnilin er um 1.200 m langur og gongst sum ætlað, verður tunnilin skotin ígjøgnum í november mánaði. Sambært tíðarætlanini skal Fámjinstunnilin vera liðugur seint komandi summar.
Politikkur
Landsstýrismaðurin vitjaði Fámjinstunnilin
Mánadagin vitjaði landsstýrismaðurin í samferðslumálum, Dennis Holm, Fámjinstunnilin.
2023-08-29 22:05
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald