Veristaðið Skáin er fyri fólk í Vágum í aldrinum 18 til 67 ár, sum á ein ella annan hátt hava skerdar førleikar. Skáin bjóðar eitt sosialt og aktivt tilboð allar gerandisdagar. Tað hevur ikki verið sett mark fyri hvør kann koma og tað hevur gjørt tilboðið rættuliga áhugavert. Í løtuni eru tað 15 borgarar, sum koma fast í Skáan.
Dag- og umlættingartilboðið í Vágum er eitt dagtilboð fyri børn við fjølbreki, men eisini døgnumlætting, alt eftir hvat familjan hevur tørv á.
Røðan hjá Sólvit E. Nolsø, landsstýrismaður í almennamálum kann lesast niðanfyri:
Góðan dag
So kom stóri dagurin, har veristaðið Skáin og Dag- og umlættingartilboðið fyri børn í Vágum alment lata hurðarnar upp í nýggju stásiligu hølinum. Eitt tilboð undir Almannaverkinum, við betraðum kørmum og breiðari møguleikum og tað er av sonnum at gleðast um.
Talan er sostatt um tvey tilboð, hvørt við sínari søgu, sum nú verða løgd saman á einum staði, her í snotiligu og rúmligu kørmunum á Leitisvegi 58 í Miðvági ella mitt á Vágoynni.
Dag- og umlættingartilboðið fyri børn í Vágum er eitt tilboð fyri børn við fjølbreki og hoyrir til Eind 2 í Almannaverkinum. Eftir at tilboðið í 2019 lat upp, er hetta triðja staðið tit húsast.
Við góðum stuðli frá einum líknandi tilboði í Mýrisóljuni í Runavík, hava tit síðani september 2021 megnað at uppbygt hetta góða og mennandi tvørfakliga tilboðið fyri børn í Vágum.
Her verður dagliga fyriskipað eitt mennandi og innihaldsríkt virksemið fyri børnunum. Tey hava brúkt fyri bæði hugna, samveru og hvíld, men so sanniliga eisini at merkja, at eisini tey eru ein virðiligur partur av samfelagnum.
Tí er gott at síggja at tey veruliga verða tikin við og fáa upplivingar her í nærumhvørvinum. Soleiðis verður tað dagliga stuðla undir, at tey fáa eina góða lívsgóðsku og lívsgleði og fáa ment sítt sjálvvirði.
Og ikki minst fyri tey avvarðandi er tað gott at vita, at børnini dagliga verða stimbraði og ment bæði við andaligu og likamligu førleikunum.
Ábyrgdina fyri børnum við fjølbreki mugu vit lyfta í felag og tí er gott, at afturat tilboðnum í dagtímunum, er eisini døgnumlætting. Hesum hava familjurnar sanniliga tørv á, skulu tey framvegis kunnu hava eitt virkið lív úti í samfelagnum.
Skal eitt tílíkt tilboð virka til fulnar, so má hetta gerast í einum góðum samstarvinum millum foreldur, starvsfólkini í Almannaverkinum og starvsfólkini innan Heilsuverkið. Og gott er at síggja, at eisini hetta verður raðfest her á staðnum.
Hin parturin av veristaðnum er Skáin og hoyrir til Eind 4 í Almannaverkinum. Hetta tilboðið er fyri fólk í Vágum í aldrinum 18 til 67 ár og sum á ein ella annan hátt hava skerdar førleikar, tað veri seg sálarliga, sosialt ella kropsliga. Her hava tey møguleikan at luttaka í einum sosialum og aktivum tilboði allar gerandisdagar.
Tað var í mai 1999, at Dagtilboðið í Vágum lat upp á fyrsta sinni. Tilgongdin til hetta var eitt samstarv millum serstovnadeildina, avvarðandi og Javna saman við kommununi. Fyrst húsaðust tit í skúlakøkinum í Sørvágs skúla, áðrenn kommunan fekk ognað sær hølir til endamálið á Ovaravegi.
Ongantíð hevur verið sett mark fyri hvør kann brúka hetta tilboðið og talið av borgarum, sum koma fast í Skáan, hevur verið vaksandi og er í løtuni 15 borgarar. Nú plássið er bæði betri og størri, hava enn fleiri fólk hendan møguleika.
Tørvur hevur í fleiri ár verið at finna størri hølir til hesi bæði tilboðini, so tá nú ‘Bónus-bygninginum’ í Miðvági stóð tøkur, varð hetta upplagt, staðsett mitt í oynni og so sjónliga í nær-samfelagnum. Her hava tit longu húsast nakrar mánaðir, tí tað var longu um ársskiftið, at hølini her stóðu klár at flyta inn í.
Vit kunnu øll gleðast saman við tykkum øllum brúkarum, bæði úr veristaðnum Skáanum og tykkum á Dag- og umlættingartilboðnum. Og ikki minni tykkum avvarðandi.
Sum landsstýrismaður í almannamálum fegnist eg stórliga um, at tit á Almannaverkinum, nú hava fingið skipað hetta tilboðið í Vágunum.
Og eg veit, at við miðvísum námsfrøðiligum arbeiði og stuðli, fara tit starvsfólk at leggja lunnar undir víðari at menna og betra tilboðið í hesum snotiligu og hóskandi kørmum, umbygdir til endamálið.
Eg fari at enda at ynskja tykkum øllum blíðan byr. Tað skal vera mín vón, at tit fara at hava tað gott her á veristaðnum Skáin og Dag- og umlættingartilboðið fyri børn í Vágum, á Leitisvegi 58 í Miðvági.
Og takk fyri at eg varð boðin við til hesa móttøku.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald