Politikkur

Landsstýrismaðurin helt røðu á aðalfundium í IMO

Landsstýrismaðurin í Uttanríkis- og vinnumálum, Høgni Hoydal, helt seinnapartin røðu á 33. aðalfundinum í IMO, sum verður hildin í London í hesum døgum.

2023-12-01 10:45 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Landsstýrismaðurin legði í røðuni dent á, at í tíðum við stríði og kríggi millum lond eru altjóða samstarv og altjóða lóg vegurin fram.

Høgni Hoydal vísti eisini á týdningin av havumhvørvinum, sum krevur, at vit taka ábyrgd at tryggja lívmargfeldi og seta í verk burðardyggar skipanir, sum koma komandi ættarliðum tilgóðar.

Trygd á sjónum og vælferð hjá okkara sjófólki hevur eisini av størsta týdningi. Høgni Hoydal greiddi frá átøkum, sum Sjóvinnustýrið hevur gjørt fyri at økja um trygdina á sjónum á føroyskum skipum og bátum.

Trygd á sjónum er eitt aðalmál hjá Føroyum við áherðslu á trygd hjá sjófólkið umborð á fiskiførum. Føroyar hava sett í verk teknisk krøv sambært altjóða reglum og hava í hesum sambandi eisini avgjørt at taka undir við Cape Town Agreement um at økja um trygdina umborð á fiskiskipum. Landsstýrismaðurin heitti á onnur lond um eisini at taka undir við avtaluni, soleiðis at hon kann koma i gildi.

Eftir framløguna fyri IMO aðalfundinum hevði landsstýrismaðurin ein stuttan fund við Kitack Lim, aðalskrivara, har teir tosaðu víðari um týdningin at menna regluverk og tilvitskuna um trygd og arbeiðsumhvørvi á fiskiskipum, m.a. eisini hvussu IMO og ILO kunnu samstarva fyri at stimbra undir hesa gongdina.

Røðan hjá landsstýrismanninum kann lesast her og síggjast her frá umleið 3,14 minutti. Assembly 33rd Session day 3 - YouTube


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder