Politikkur

Landsstýriskvinnan vitjaði Vága Læknadømi

Í góðveðrinum mikudagin vitjaði Margit Stórá, landsstýriskvinna, í Vágum.

Á mynd 1: Bjarni Prior, Margit Stórá og Eyð Ellingsgaard.

Á mynd 1: Bjarni Prior, Margit Stórá og Eyð Ellingsgaard.

2023-04-21 11:13 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 

Í góðveðrinum mikudagin vitjaði Margit Stórá, landsstýriskvinna, í Vágum. Har hitti hon Eyð Ellingsgaard, borgarstjóra í Sørvágs kommunu og Bjarna Prior, borgarstjóra í Vága Kommunu.

Landsstýriskvinnan byrjaði vitjanina í nýggju hølunum á Fiskastykkinum í Sandavági, og síðan gekk leiðin til Heilsumiðstøðina í Vága læknadømi, ið liggur í Miðvági.

Á Heilsumiðstøðini starvast tveir kommunulæknar umframt sjúkrarøktarfrøðingar, heilsufrøðingar, ljósmøður og onnur. Landsstýriskvinnan prátaði við starvsfólk í miðstøðini og varð víst runt í hølunum.



Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder