Politikkur

Landsstýriskvinnan skoðaði bakkaverjuna í Kirkjubø

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í mentamálum, vitjaði seinnapartin fríggjadagin í Kirkjubø, har hon skoðaði arbeiðið, sum Tjóðsavnið og Landsverk hava gjørt fyri at verja fornminnini í Kirkjubø.

2023-04-20 21:19 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Seinastu tvey árini hava Tjóðsavnið og Landsverk arbeitt við at gera eina bakkaverju undir Ólavskirkjuni, framman fyri Kirkjubømúrin og framman fyri fornleivdirnar av Líkhúsi sunnan fyri Múrin. Arbeiðið er nú komið so væl áleiðis, at landsstýriskvinnan í dag kom á vitjan at skoða bakkaverjuna.

Áhaldandi arbeiði við bakkaverjum framman fyri tey fornminni, ið eru hótt av brimi og máan, er sera týðandi. Seinastu árini hevur verið arbeitt við at tryggja fornminni í Kirkjubø og á Sondum á Sandi. Arbeiðið heldur fram, og farið verður eisini undir at leggja eina ætlan fyri, hvussu fornminni fram við bakkanum aðrastaðni í landinum kunnu verða vard, eitt nú fornminnini á Bønhúsfløtu á Nesi í Hvalba, sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna.

Í 2023 er játtanin á Løgtingsfíggjarlógini til endamálið 750 tús. kr.

Mynd 1: Torkil V. Rasmussen, deildarstjóri í Almanna- og mentamálaráðnum, Herleif Hammer, stjóri á Tjóðsavninum, Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í mentamálum, Jóannes Patursson, bóndi í Kirkjubø og Helgi D. Michelsen, fornfrøðingur á Tjóðsavninum, skoðaðu bakkaverjurnar, ið eru gjørdar at verja fornminnini í Kirkjubø.

Mynd 2: Herleif Hammer, stjóri á Tjóðsavninum, Helgi Michelsen, fornfrøðingur á Tjóðsavninum og Jóannes Patursson, bóndi og formaður í kirkjuráðnum fyri Kirkjubøar Kirkju, greiða Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu, frá, hvussu brimið verður brotið av verjugrótinum, ið er lagt útfyri.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder