Les tíðindaskrivið frá fundinum her.
Eisini nýtti Ruth Vang høvið at hitta Henna Virkkunen, ES-nevndarlim við ábyrgd fyri talgilding, trygd og fólkaræði og Valdis Dombrovskis, ES-nevndarlim í búskaparmálum.
ES hevur sett sær sum mál at minka um regulering og menna produktivitet og kappingarføri – nakað sum samsvarar væl við málini hjá landsstýrinum.
Á fundunum vóru millum annað talgilding og handil umrødd, sum eisini er nevnt í semjuskjalinum millum Føroyar og ES, sum varð undirskrivað í fjør.
Yvirhøvur er áhugi og vilji í ES-skipanini til at menna samstarvið við Føroyar. Fyri okkum hevur tað týdning, at føroysk vinna og persónar hava lætta atgongd til ES-marknaðin – sigur Ruth Vang, landsstýriskvinna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald