Politikkur

Landsstýrið hevur í juli tikið eitt lán uppá 900 mió. kr.

Landsstýrið tók 1. juli eitt lán uppá 900 mió. kr. Lánið er eitt 15 ára lán og rentan er 3,624%

2024-07-10 10:51 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder


LANDSBANKIN:

Landsstýrið kann eitt ár frammanundan, at eitt lán fellur til gjaldingar, taka lán til endurfígging. Tí hevur landsstýrið longu nú tann 1. juli 2024 tikið eitt 15-ára standandi lán uppá 900 mió. kr., sum fellur til gjaldingar 1. juli 2039. Effektiva rentan er 3,624%. Hesar 900 mió. kr. vera plaseraðar stutt fram til 2. juni 2025, tá ið lánið uppá 1,645 mia. kr. skal afturrindast.

Í mai næsta ár verður væntandi aftur ein lántøka framd uppá ta upphædd, sum restar í (745 mió. kr.), umframt ein upphædd til fígging av hallinum á fíggjarlógini í 2023 og 2024, umframt møguliga til gjaldførið, so landskassin heldur ásetingina í lógini um at hava 15% av BTÚ í gjaldføri. 

Umframt hetta lán uppá 900 mió. kr. tók landsstýrið eisini í mai eitt lán uppá 1,1 mia. kr. Her er talan um eitt 5-ára standandi lán við eini effektivari rentu uppá 3,258%. Upphæddin uppá 1,1 mia. kr. var brúkt til at rinda aftur eitt lán, sum fall til gjaldingar 3. juni 2024.

Les meir í frágreiðing landsbankans um fíggjarliga støðufestið frá mai 2024 her.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder