Politikkur

Landsstýrið fordømir russiska álopið á Ukreina

Hetta er ein syrgiligur dagur, og okkara tankar eru í hesum tímum við ukrainska fólkinum.

2022-02-24 16:03 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 

Bárður á Steig Nielsen, løgmaður sigur: 

“Hetta er ein syrgiligur dagur, og okkara tankar eru í hesum tímum við ukrainska fólkinum. Hetta er ikki bara eitt álop á Ukreina, men eitt álop á friðin í Evropa. Landsstýrið fordømir upp á tað harðasta álopið hjá Russlandi á Ukreina. Álopið er eitt greitt brot á altjóða lóg, sum skal borga fyri rættvísi, tryggleika og stabiliteti.

Føroyar eru partur av vesturheiminum og Føroyar fara at fylgja vesturheiminum við teimum tiltøkum ið verða sett í verk.”


Tíðindaskrivið kann eisini lesast á enskum á www.government.fo

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder