Í millum øll málini kann nevnast uppskotini frá landsstýrismanninum í barna- og útbúgvingarmálum um høvuðsumvæling av gamla Venjingarskúlanum á Fræslinum, til nýtt kampus hjá Setrinum, útbygging av Rásini í Runavík og útbygging av Miðnám á Kambsdali. Uppskot um hjálparpakka til fíggjarligar sperdar familjur, ið landsstýriskvinnan í almanna- og mentamálum leggur fyri tingið, og uppskot til nýggja náttúruverndarlóg, ið landsstýriskvinnan í umhvørvismálum leggur fram.
Fleiri mál eru á veg
Men hóast 18 mál fóru niðan í tingið í dag, so liggur arbeiðið í landsstýrinum als ikki stilt. Tí landsstýrið arbeiðir av øllum alvi við við at leggja síðstu hond á 16 onnur mál, ið verða borin niðan í tingið í næstum við 17 undirskriftum. Hesi mál verða ætlandi løgd fram 21. mars.
Her kann millum annað nevnast uppskot um tillaging av tøkugjaldinum hjá alivinnuni og veiðigjøldunum í fiskivinnuni. Uppskot frá landsstýriskvinnuni í umhvørvismálum um at taka burtur kravið í lógini um, at Bústaðir skal samstarva við privatar íleggjarar um bústaðarverkætlanir. Hetta fer vónandi seta fer á bústaðarbyggingina og geva Bústaðir fríðari ræsir at arbeiða. Somuleiðis kemur landsstýrismaðurin í uttanríkis- og vinnumálum niðan í tingið, við uppskoti til eina nýggja og dagførda kappingarlóg.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald