Ítróttur

Landsliðsúttøkur mánadagin

Mánadagin klokkan 10:00 fara Eyðun Klakstein og Ólavur Mikkelsen at kunngera hóparnar til A- og U21-landsliðsuppgávurnar í novembur

Eyðun Klakstein og Ólavur Mikkelsen, venjarar hjá ávikavist manslandsliðnum og U21 landsliðnum - Mynd: Jóhanna Thomsen

Eyðun Klakstein og Ólavur Mikkelsen, venjarar hjá ávikavist manslandsliðnum og U21 landsliðnum - Mynd: Jóhanna Thomsen

2025-11-01 21:16 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

FSF: Tvær stórar EM- og HM-uppgávur standa fyri framman, umframt tveir venjingardystir, tá U21- og A-landsliðið við monnum seinni í mánaðinum skulu í eldin aftur.

Í hesum sambandi verður skipað fyri tíðindafundi í Trinstovuni á Tórsvølli mánadagin 3. novembur klokkan 10:00.

Fyrst verður tað Ólavur Mikkelsen, ið fer at kunngera U21 hópin til dystirnar móti Ungarn og Frankaríki, og síðani fer Eyðun Klakstein at kunngera hópin hjá manslandsliðnum, ið skal møta Kroatia og Kasakstan.

Dystaskráin
13. nov. Ungarn – Føroyar (U21 / venjingardystur)
14. nov. Kroatia – Føroyar (A / HM undankappingardystur)
17. nov. Frankaríki – Føroyar (U21 / EM undankapping)
18. nov. Kasakstan – Føroyar (A / venjingardystur)

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder