Annað

Landsinnsavningin fyri Bláa Kross verður í Sandavági í dag

Innsavningin, sum skuldi vera í Sandavági leygardagin 20. mai, varð av ávísum orsøkum útsett, og verður í staðin mánadagin 22. mai. Tá fara fólk at ganga hús úr húsi við bússum.

2023-05-22 08:17 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Um ein ikki hevur kontantar pengar at lata, ber til at flyta eina upphædd. Innsavnararnir hava kort við sær, har kontonummar at flyta til er skrivað á.

Allur peningurin í ár fer óskerdur til fyribyrgingararbeiði millum børn og ung í Føroyum við verkætlanunum ‘Títt Rúm’ og ‘Liv Lívið’.

Taki væl móti teimum, sum savna inn.

https://www.blakross.fo/blai-krossur-foroya-landsinnsavnan-leygardagin/

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder