Politikkur

Landsfundur Sambandsfloksins 2022 - skrá

leygardagin 12. mars, kl. 08.30-16.00 - í Tórshavn, á Hotel Hafnia.

2022-03-09 11:46 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Sambandsflokkurin skipar fyri Landsfundi, leygardagin 12. mars 2022, kl. 08.30-16.00 - í Tórshavn, á Hotel Hafnia.


Landsfundurin verður stroymdur, kl. 10.00-10.30 og kl. 13.00-14.00: Facebook: Sambandsflokkurin og www.samband.fo


Kl. 08.30  Morgunmatur  og drekka


Kl. 09.00  Aðalfundur

Val av orðstýrara

1. Formaðurin bjóðar vælkomið og setir fundin

2. Floksskrivarin greiðir frá virki felagsins

3. Kassameistarin greiðir frá fíggjarligu støðuni grundað á grannskoðaða roknskapin 2021

4. Viðgerð av innkomnum uppskotum

5. Val av:

         a. Formanni í Landsfelag Sambandsfloksins

         b. Næstformanni í Landsfelag Sambandsfloksins

         c. Grannskoðara og varagrannskoðara

 6. Ymist


Framhald við hesi skrá …..  

Kl. 10.00  Formansfrágreiðing - upplegg til politiskt orðaskifti. Bárður á Steig Nielsen, formaður

Kl. 10.30  Politiskt orðaskifti - veljarafeløg og sambandsfólk sleppa til orðanna


Kl. 12.00  Matarsteðgur


Kl. 13.10  Gestarøðari, Jakob Ellemann-Jensen, formaður í Vinstra, DK - røða

Kl. 13.20  Ríkisfelagsskapurin og umheimurin - sofaprát millum Bárður og Jakob


Kl. 14.00  Steðgur og Myndatøk, felagsmynd


Kl. 14.30  Politiskt orðaskifti heldur fram - veljarafeløg og sambandsfólk sleppa til orðanna


Kl. 15.45  Formaðurin tekur samanum


Kl. 16.00  Fundurin lokin

------


Kl.  19.00 - Ársveitsla

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder